Til forsíðu
Søga kommununar
Fá samband
Vinarbýir
Borgarstjórin
Býráðið
Starvsfólk
Øll tíðindi
Búseting

Fyrstu tekin um búseting í Fuglafirði fingust í 1956, tá ið grivið varð út fyri eini hoyggjhúsgrund heimi á Oyruni. Komið varð niður á eina húsatoft við fjósi. Við at grava longur niður, kom til sjóndar, at 5 hús høvdu staðið oman á hvørjum øðrum á somu grundini, og hvørt var avtoftað eftir annað. Kanningar vístu, at tey elstu húsini vóru frá víkingaøld, um á 950 - 1050.

Í 1781 eru 4 býlingar í Fuglafirði. Við Gjógvara, Við Garð, Í Toftum og á Áargarði. Miðskeiðis í 1800-talinum og frameftir komu býlingarnir Á Trøðni, á Bakkanum og á Høvdanum. Í 1920-árunum vóru allir vóru allir býlingarnir samanvaksnir. Í 1940-árunum komu býlingarnir í Rossagerði (í neðra), í Fløtugerði og vestur á Horn, og frá 1970-árunum hevur verið bygt á Bjarnafløtum, í Toftabønum og Norður í Bø.

Við fyrstu fólkateljingina í 1801 búðu 128 fólk í Fuglafirði. Fólkateljingin í 1901 sigur frá, at tá búðu 325 fólk í Fuglafirði. Hundrað ár seinni (2001) búgva 1547 fólk í Fuglafirði. Í dag 2006 liggur talið um 1700 fólk í Fuglafjarðar kommunu.

 
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna tann 01. august 1918 eftir at bæði løgting og landsting høvdu tikið erdaliga avgerð. Tá kommunan gjørdis sjálvstøðug var fólkatalið 624, umfatandi bygdirnar Fuglafjørður og Hellur. Grundað á stórt vinnuligt virksemi vaks kommunan skjótt, so fólkatalið í 1930 varð 780, í 1942 976, í 1950 1227, í 1960 1267, í 1970 1380 í 1980 1599, í 1990 1643, í 2000 1547 og í 2005 1567.
 
Í 1985 varð so fyrsta niðursetingin á Kambsdali veruleiki, so Kambsdalur sum bygd eftir hetta kom at verða partur av kommununi.
 
Hóast fólkatalið 1978 fór yvir tey 1500, sum er lægsta mark fyri eini býarkommunu eftir táverandi kommunustýrislóg, so gingu heili 15 ár, til kommunustýrið tók avgerð um at heita á Føroya landsstýri um at fáa býarheiti, og varð henda avgerð endaliga staðfest í juni 1993.
 
Vinarbýir hjá Fuglafjarðar kommunu
Ilulissat (Jacobshavn)Grønland
Norðurthing Kommuna (Húsavík)Ísland
AalborgDanmark
 

Lagt út mikudag, 25-08-2010

Býráðsfundurin 26. august er avlýstur

Sagt verður frá, at Býráðsfundurin tann 26. august er avlýstur.

Tiltøk
SEPTEMBER 2010
    12345
6789101112
13141516171819
20212223242526
27282930      
Telefonnr.Leið 410vevm. havn
vevm. brunnarvevm. bátahylurbýráðsfundir
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA  ·  ENNIVEGUR 38  ·  TLF. +298 737700  ·  FAX +298 444657  ·  INFO@FUGLAFJORDUR.FO